Søgan
Sílnet Sp/f varð stovnað í 2002. Tað var Kristian S. í Lambanum, sum saman við øðrum stovnaði netavirkið í Gøtu við tí endamáli at veita tænastur til fiski- og alivinnuna í Føroyum. Fram til 2014 helt Sílnet til í leigaðum hølum í Syðrugøtu, til virkið keypti egnan bygning á Kósarbrúnni 8 í Klaksvík.
Í 2014 vórðu eisini eigaraviðurskiftini broytt eins og partapeningurin varð hækkaður. Eftir stórar umbyggingar í 2014 og 2015, keyp av lastbili í 2016 og gerð av goymslubrunnum í 2017, hevur Sìlnet brynjað seg til at taka við teimum avbjóðingum, sum eitt framkomið neta- og trolvirki hevur. |